Privatlívspolitikkur

Privatlívspolitikkur

Hesin politikkur lýsir, hvussu LEKS Advokatfirma viðgerð persónsupplýsingar í sambandi við málsviðgerð sum liður í vanliga advokatvirkseminum, fyrisiting av grunnum og feløgum,  umframt tá talan er um anti-hvítvask fyriskipanir og vitjan á heimasíðu okkara. 

Á LEKS Advokatfirma viðgera vit persónsupplýsingar, sum eru neyðugar fyri at útinna uppgávur í sambandi við okkara vanliga advokatvirksemi. LEKS Advokatfirma viðger einans neyðugar upplýsingar til at røkka endamálinum við nevnda virksemi. Tá ið LEKS Advokatfirma skal viðgera persónsupplýsingar verður dentur lagdur á einans at viðgera upplýsingar, ið eru viðkomandi og neyðugar í mun til endamálið.

LEKS Advokatfirma viðger einans neyðugar upplýsingar til at røkka omanfyri nevndu endamálum. Okkara tørvur á at viðgera upplýsingarnar er eisini grundaður á okkara advokatetisku skyldur, m.a. at veita skynsama ráðgeving til okkara klientar. Tá vit viðgera persónsupplýsingar leggja vit stóran dent á einans at viðgera upplýsingar, sum eru viðkomandi og neyðugar í mun til endamálið. Upplýsingarnar verða viðgjørdar lógliga, rímiliga og á ein gjøgnumskygdan og sakligan hátt.  

 

Dátuábyrgdari

Í/F LEKS Advokatfirma
Undir Byrggjubakka 21
Postrúm 106
110 Tórshavn 
T.post: advokat@advokat.fo
Tlf.nr.: 720000

 

Viðgerð av persónsupplýsingum 

LEKS Advokatfirma er dátuábyrgdari, tá vit viðgera mál vegna klientar. Sum dátuábyrgdari eru vit tískil varug við, at vit viðgera upplýsingar í trúnaði um okkara klientar, og um aðrar persónar, sum hava tilknýti til málini hjá klientunum. Talan kann vera um vanligar upplýsingar, p-tøl, viðkvæmar upplýsingar og upplýsingar um møgulig revsiverd viðurskifti. 

Tá vit veita tænastur fyri okkara klientar, verður eitt mál stovnað í málsviðgerðarskipan okkara. Vit brúka persónsupplýsingarnar til at samskifta við teg og til at viðgera málið annars. Eisini kunnu upplýsingarnar nýtast til skráseting hjá almennum myndugleikum og stovnum, sum liður í málsviðgerðini. Tað vil ofta verða neyðugt at innheinta p-tal í hesum sambandi. 

Í summum málum vil talan verða um viðgerð av viðkvæmum persónsupplýsingum, so sum upplýsingar um heilsuviðurskifti, yrkisfelagsligt tilknýti, revsiverd viðurskifti og upplýsingar um heilt privat viðurskifti. 

Upplýsingarnar innsavnast sum meginregla frá okkara klientum. Í øðrum førum verða upplýsingarnar tó innsavnaðar frá eitt nú mótparti og øðrum pørtum í málinum, so sum almennum myndugleikum, fíggingarstovnum, tryggingarfeløgum v.fl. eftir avtalu við klientin. 

LEKS Advokatfirma kann viðgera persónstøl sambært § 16 í løgtingslógini um vernd av  persónupplýsingum, m.a. tá viðgerðin er heimilað í lóg, ella klienturin hevur givið sítt samtykki. Hetta verður gjørt til dømis fyri í sambandi við skráseting í almennum skráum, so sum Tinglýsingini ella Skráseting Føroya og fyri at fylgja reglunum um hvítvasking.

Ert tú klientur hjá LEKS Advokatfirma vil okkara viðgerð av persónsupplýsingum sum útgangsstøði vera heimilað í § 8, stk.1, nr. 2 fyri at hava gjørt eina avtalu við teg um at veita løgfrøðiliga tænastu t.d. við at veita ráðgeving ella at føra eitt rættarmál.

Viðgerðin kann eisini vera neyðug sambært § 8, stk. 1, nr. 3 fyri at halda eina rættarliga skyld.

Viðgerðin kann eisini vera neyðug sambært § 8, stk. 1, nr. 4 fyri at verja altumráðandi áhugamál hjá tær.

Er talan um viðkvæmar upplýsingar sambært § 11, stk. 1, er viðgerðin grundað á samtykki vísandi til § 12, stk. 1, nr. 1 ella at viðgerðin er neyðug fyri, at rættarkrav kann sannast, gerast galdandi ella verjast vísandi til § 12, stk. 1, nr. 7. 

Ert tú mótpartur ella triðipartur í einum máli vil okkara viðgerð vera grundað á § 8, stk. 1, nr. 4 nevniliga, at viðgerðin er neyðug fyri at verja altumráðandi áhugamál hjá skrásetta ella øðrum persóni og § 8, stk. 1, nr. 3 nevniliga, at viðgerðin er neyðug fyri at halda eina rættarliga skyldu. 

Vit burturbeina persónsupplýsingar, tá vit ikki longur hava tørv á at viðgera tær. Í tí sambandi verður atlit tikið til rættligar skyldur hjá LEKS Advokatfirma í mun til eitt nú lóggávuni um hvítvask, bókhald og fyrningarreglur. Eisini skal tryggjast, at skyldur eftir advokatetiskum reglum verða hildnar, herundir effektivt at kanna møguligar interessukonfliktir. 

Tínar persónsupplýsingar verða ikki goymdir longri enn neyðugt. Innheintaðar upplýsingar skulu varðveitast í 5 ár eftir at klientviðurskiftið er uppathildið, og eftir hetta verða upplýsingarnar strikaðar.

 

Viðgerð í sambandi við at røkja skyldur sambært hvítvasklógini

LEKS Advokatfirma er undirlagt skyldum sambært hvítvasklógini í sambandi við nakrar av løgfrøðiligu tænastunum vit veita. Hvítvasklógin er galdandi, tá løgfrøðilig tænasta verður veitt við at planleggja ella avgreiða transaktiónir fyri klientar í samband við:

  • keyp og sølu av fastari ogn ella fyritøkum,
  • umsiting av peningi, virðisbrøvum ella øðrum aktivum hjá klientum,
  • opning ella umsiting av banka-, uppsparingar-, ella virðisbrævakontu,
  • móttøku av neyðugum kapitali til at stovna, reka ella leiða eina fyritøku,
  • stovning, rakstur ella leiðslu av fyritøkum ella
  • aðra handilsliga ráðgeving.


Hvítvasklógin er harafturat galdandi, um advokaturin vegna klientin og fyri rokningina hjá klientinum ger eina fíggjarliga transaktión ella eina transaktión viðvíkjandi fastari ogn. 

Um tú ert klientur í slíkum málum, verður tú biðin um at útvega dokumentatión uppá samleikaupplýsingar. LEKS Advokatfirma hevur skyldu at innheinta og skráseta hesar upplýsingar. Tá talan er um kapitalfeløg, skulu somu upplýsingar innheintast og skrásetast um veruligu eigararnar í felagnum. Samleikaupplýsingar eru navn, p-tal, bústað o.l., sum vanliga verður skjalprógvað við avriti av passi ella koyrikorti. Eisini kann útskrift verða heintað frá Skráseting Føroya. Fyri útlendsk feløg innheintast útskrift frá teimum viðkomandi myndugleikum í landinum ella líknandi dokumentatión. Er talan um útlendingar, kann møguliga vera tørvur á fleiri upplýsingum.

Innheintaðar upplýsingar skulu varðveitast í 5 ár eftir at klientviðurskiftið er uppathildið, og eftir hetta verða upplýsingarnar strikaðar.

Upplýsingarnar verða sum útgangsstøði innheintaðar frá skrásetta sjálvum, og vit hava skyldu at tryggja, at upplýsingarnar eru rættar og dagførdar.

Viðgerðargrundarlagið er § 8, stk. 1, nr. 3 í dátuverndarlógini, sum er viðgerð, sum er neyðug fyri at halda eina rættarliga skyldu, sum áliggur dátuábyrgdaranum. 

LEKS Advokatfirma kann eftir hvítvasklógini verða álagt at víðarigeva upplýsingar um skrásetta til myndugleikar, so sum løgregluna ella Fíggjareftirlitið. Í so fall er talan eisini um viðgerð, sum er neyðug fyri at halda eina rættarliga skyldu, sum áliggur dátuábyrgdaranum.

 

Umsiting av grunnum og feløgum 

LEKS Advokatfirma umsitur fleiri grunnar og feløg, og í hesum sambandi verða persónsupplýsingar viðgjørdar m.a. í sambandi við innkallingar til fundir, viðgerð av umsóknum um legatir v.m.

Talan er um viðgerð av vanligum persónsupplýsingum og samskiftisupplýsingum, so sum navn, teldupostbústað, telefonnummar, lestarstað, starvsstað v.m. Í summum førum kann verða neyðugt at innheinta p-tal. 

Upplýsingar verða innheintaðar frá tær sjálvum ella felagnum, har tú ert limur. 

Viðgerðargrundarlagið er § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini, sum er at fylgja einum heimilaðum áhugamáli, har ikki áhugamálini ella grundleggjandi rættindi hjá skrásetta ganga framum hetta. 

Vit goyma ikki persónsupplýsingarnar longri, enn tað er neyðugt. Sambært bókhaldslógini hava vit tó skyldu til at goyma ávísar upplýsingar í roknskaparárinum í 5 ár. 

 

Móttakarar

​Sum meginregla verða persónsupplýsingar um teg ikki latnar víðari, vísandi til at upplýsingar, ið LEKS Advokatfirma savnar, verða viðgjørdar í trúnaði. Sum útgangsstøði verða persónsupplýsingar tískil ikki víðarigivnar til 3. mann.

Sum liður í vanligu málsviðgerðini hjá LEKS Advokatfirma, kunnu upplýsingar vera latnar víðari til mótpartar, vitnir, løgregluna, kommunur, myndugleikar, dómstólarnar o.s.fr.

Í samband við, at vit skulu taka ímóti klientpeningi á klientkonto, hava vit í ávísum førum skyldu til at víðarilata samleikaupplýsingar um kundan til kontoførandi peningastovn, soleiðis at hesin kann yvirhalda tær skyldur, sum eru álagdar peningastovninum sbrt. hvítvasklógini.

 

Vitjan á heimasíðu okara

Heimasíða okkara nýtir farspor/cookies.

 

Tíni rættindi

Sambært dátuverndarlógini hevur tú ávís rættindi í samband við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum.

  • Rætturin til kunning:
    Tú hevur eitt nú rætt til kunning um endamálið við viðgerðini.

  • Rætturin til innlit:
    Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.

  • Rætturin til rætting:
    Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.

  • Rætturin til striking:
    Í ávísum førum hevur tú møguleika at biðja um, at upplýsingarnar um teg sjálvan verða strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking.

  • Rætturin til mótmæli:
    Tú hevur í ávísum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Tó kunnu upplýsingarnar møguliga framvegis nýtast til at viðgera onnur lóglig endamál.

  • Rætturin til viðgerðaravmarking:
    Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa viðgerðina av tínum persónsupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir sum útgangsstøði bert goyma persónsupplýsingarnar. 

  • Rætturin til ikki at vera fyri individuellari avgerð:
    Tú hevur í útgangsstøðinum rætt til ikki at vera fyri avgerð, sum einans er grundað á automatiska viðgerð.

  • Rætturin til dátuflutning:
    Tú hevur í ávísum førum rætt til at fáa tínar persónsupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónsupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan.


Um tú ynskir at gera brúk av tínum rættindum kanst tú senda okkum eina umbøn. Umbønin verður svarað skjótast gjørligt, og í seinasta lagi 4 vikur eftir, at hon er móttikin. Um serstøk viðurskifti so sum nøgd og torleiki gera, at tað er ógjørligt at svara umbønini innan 4 vikur, kann tíðarskeiðið leingjast við 8 vikum. Tú fært serstøk boð frá okkum, um freistin verður longd, og tá umbønin er svarað.

 

Kæra

Um tú ert ónøgd/ur við, hvussu vit viðgera tínar persónupplýsingar, og úrslitið av tíni áheitan til okkara ikki var nøktandi, kanst tú klaga til Dátueftirlitið:

Dátueftirlitið
Heiðavegur 25
FO-600 Saltangará
Tlf.nr.: +298 309100
Teldupostur: dat@dat.fo 
Heimasíða: www.dat.fo