Navnið LEKS

Um navnið LEKS

Orðið LEX stavar upprunaliga úr latíni og merkir lóg. Tað er eitt av teimum elstu og mest grundleggjandi hugtøkunum innan løgfrøði, og verður enn nýtt sum grundarlag undir mongum juridiskum hugtøkum – til dømis lex specialis, lex posterior og lex loci.

Í gomlu rómversku rættarskipanini varð munur gjørdur á lex og ius: Lex var tann skrivaða og formella lógin, sum fólkið ella myndugleikin samtykti, í meðan ius fevndi um rættin í víðari merking – rættvísi, meginreglur og siðvenju.

Tá eitt nútímans advokatfirma nýtir navnið LEX, vísir tað tí til eitt fast og siðbundið samband við lógina sjálva – við tað sum gevur rættarskipanini valdið og myndugleikan.

Navnið LEKS byggir á hetta sama latínska LEX, men er serføroyskt formað – tí bókstavurin X ikki er í føroyska stavraðnum. Við at nýta KS heldur enn X varð navnið bæði serligt og rótfest í føroyska málinum, og samstundis varð haldið fast við tann latínska upprunan og hansara týdning.

LEKS er sostatt bæði eitt tekin um lóg og rætt, og eitt tekin um føroyskt serkennitekið í altjóða lógarkonteksti.