LEKS Advokatfirma hevur hollar royndir innan rættarmál fyri fyritøkur og privatpersónar.
Áðrenn farið verið undir rættarmál, mást tú tryggja tær, at tú fært eina góða vegleiðing og ráðgeving, soleiðis at tú frammanundan veitst, hvat útfallið av rættarmálinum væntandi verður.
Tað kann LEKS Advokatfirma hjálpa tær við.
Sum privatpersónur kanst tú hava rættarhjálp frá tínum tryggingarfelag, og tað kann eisini vera, at tú lýkur treytirnar til fría rættarførslu, soleiðis at tú kemur at rinda minst møguligt í sambandi við eitt rættarmál.
LEKS Advokatfirma søkir um rættarhjálpstrygging og/ella fría rættarførslu tína vegna.