Um LEKS

UM LEKS Advokatfirma

LEKS Advokatfirma er skipað sum eitt íognarfelag, og hevur v-tal 561649. Íognarir eru Sp/F Annfinn V. Hansen advokatur, Sp/F Advokatsmápartafelagið Jens Andrias Vinther og Sp/F Janus P. Rein Advokatur.

LEKS Advokatfirma hevur klientkontu í Betri Banka og BankNordik. Uttan so, at annað er avtalað ella upplýst, verður peningur latin okkum í varðveitslu settur inn á ein av nevndu peningastovnum. 

Um ein banki fer á húsagang, fáa innskjótarir fulnað sambært lóg um ”garantiordning for indskydere og investorer” við í mesta lagi EUR 100.000, sum er uml. kr. 750.000,00. Mesta upphæddin umfatar tað samlaða innistandandi í viðkomandi banka, hóast peningurin stendur á ymsum kontum, herundir klientkontu og á egnari kontu. Hóast húsagang er fulnaðurin fyri upp til EUR 10,0 mio fyri innskot viðvíkjandi fastari ogn, ið ikki er vinnulig. Nærri upplýsingar um trygdarskipanina eru at finna á heimasíðuni hjá ”garantiformuen”, www.gii.dk.

Allir advokatar, sum starvast hjá LEKS Advokatfirma, hava loyvi frá danska løgmálaráðnum at virka sum advokatar, og eru limir í Advokatsamfundet og Advokatfelag Føroya. 

Advokatarnir eru fevndir av ábyrgdartrygging, sum er teknað hjá HDI Danmark. Ábyrgdartryggingin fevnir um alt advokatvirksemið hjá LEKS Advokatfirma.

Tað verða ikki nýttir avtaluklausular um lógarval og/ella varnarting, uttan tað er beinleiðis avtalað við klientin.

Advokatarnir hjá LEKS Advokatfirma eru undir eftirliti av Advokatsamfundet, og eru sambært rættargangslógini fevndir av reglunum um góðan advokatsið. Eisini eru advokatetisku reglarnir galdandi fyri virksemi okkara. Reglarnar finnur tú á heimasíðuni hjá Advokatsamfundet, www.advokatsamfundet.dk.

Ósemjur um ómaksløn kunnu kærast til Advokatnævnet, Kronprinsessegade 28, 1306 København K, Danmark. Sí eisini heimasíðu teirra www.advokatnaevnet.dk.