Virðisgrundarlag
Vit arbeiða við at gera tingini einføld.
Heimurin broytist, og tað vísir seg ofta, at tingini gerast alsamt meira innviklað og fløkt. Av tí sama hava trupulleikar eisini lyndi til at gerast fløkjasligari. Eisini kann tað av tí sama tykjast alsamt truplari at fáa eyga á loysnir á innviklaðum og fløktum trupulleikum.
Vit arbeiða við at gera tingini einføld. Tað skal skiljast soleiðis, at vit royna at fáa trupulleikarnar lýstar, soleiðis at tað er einfalt at skilja, hvør trupulleikin er, og harvið eisini fáa eina einfalda loysn á trupulleikan. Tey flestu hava lættast at fyrihalda seg til ein einfaldan trupulleika og eina einfalda loysn.