Søga

Søga

Annfinn V. Hansen stovnaði advokatskrivstovuna tann 1. mai 1993. Annfinn V. Hansen rak skrivstovuna sum einasti eigari fram til 2006, tá Djóni Thomassen eisini gjørdist eigari, og skrivstovan broytti navn til Hansen & Thomassen. Í 2010 gjørdist Jens Andrias Vinther eisini partur av eigaraskaranum, og tá broytti skrivstovan navn til Hansen | Thomassen | Vinther. Í 2021 gjørdust Brandur Ellingsgaard og Janus Rein partar av eigaraskaranum og samstundis varð navnið broytt til LEKS Advokatfirma. Djóni Thomassen og Brandur Ellingsgaard eru tó ikki longur partar av LEKS.

Skrivstovan hevur síðani 2001 húsast í snotiligu hølunum Undir Bryggjubakka.

Partnarar og advokatar í LEKS Advokatfirma eru nú Annfinn V. Hansen, Jens Andrias Vinther og Janus P. Rein.